Kom við á nýggja FELAGSLIÐIРhjá Støkk!

Hevur tú hug til enn fleiri fimleikaløtur og upplivingar?
 

Allir støkkarar, gentur, dreingir, kvinnur og menn, frá 12 ár og uppeftir, fáa nú møguleika at luttaka á nýggja felagsliðnum hjá Støkk. Hetta er eitt lið fyri øll tey, ið hava hug til enn fleiri fimleikaløtur og kular upplivingar saman við øðrum fimleikarum.

 

Fyri at gerast partur av felagsliðnum, skalt tú vera 12 ár, og tú skalt luttaka á einum liði í felagnum ella vera venjari hjá Støkk. Tú avgert sjálv/ur um tú ert meira til rútmu ella til amboð, men tú skalt vera til reiðar til felags upphitingar, seriur, venjingar og eina rúgvu av felags avbjóðingum og hugna. Góð uppmøting er neyðug.


 Á felagsliðnum:

  • Ferðast tú til 3 støð í Føroyum at gera framsýning sum gestalið hjá øðrum feløgum
  • Fert tú á venjingarlegu 
  • Luttekur tú í ymsum fimleikatiltøkum
  • Verður skipað fyri hugnaløtum
  • Fært tú eina kula venjingarblusu 

 

Felagsliðið byrjar at venja leygardagin 29. oktobur og venur 2 ferðir um mánaðin, leygardagar kl. 15-18. Tá vit kenna talið á luttakarum, verður avgjørt, hvussu venjingin verður skipað. Kostnaður 200 kr.

Freistin at melda til er sunnudagin 9. oktobur MELDA TIL HER

 

 

Venjarar: Turið Petursdóttir, Hansa Tróndargjógv, Durita Knudsen, Julian Steingrund, Mia Rodmundardóttir, Jóhannes Nielsen og Rósa Hansen.

 

Hold i dag

Instagram