Um estetiskan fimleik
Estetiskur fimleikur er eitt slag av fimleiki, har kropsrørslurnar skulu vera stílfullar og nátúrligar. Dentur verður lagdur á, at tú flótandi skalt flyta teg frá eini rørslu í eina aðra. Talan er um rútmiskar, harmoniskar rørslur, ið krevja nógva styrki og smidleika av fimleikarunum. Tað er samstundis týdningarmikið, at rørslurnar eru ymiskar, men kortini fella lætt í hvørja aðra.
Til eina seriu, er reglugerð at halda seg til. Millum annað skal ein seria innihalda kropsrørslur, so sum bylgjur, sving, ymisk hopp, lop og javnvágir. Harumframt skulu seriurnar til yngru liðini innihalda splitt og spagat við báðum beinum. Eisini skulu tær millum annað vísa smidleika í ryggi og akslum við at gera eina brúgv.
Á einum estetiskum kappingarliði eru 6-14 fimleikarar á yngru liðunum, og 6-12 á eldru liðunum. Aldursbólkarnir eru "Pinkur", "Smágentur", "Gentur", "Kvinnuunglingar" og "Kvinnur".
Gjøgnum eitt fimleikaár eru tvær steypakappingar, FM-undankapping og FM.
Av tí at flottar fimleikadraktir er ein nátúrligur partur av estetiska fimleikinum, verða nýggjar draktir keyptar, tá eitt nýtt fimleikaár byrjar.
Tað er krevjandi at íðka estetiskan fimleik, og tískil leggja vit stóran dent á, at samstarvið millum heim og venjarar (felag) er gott.
Tá eitt nýtt fimleikaár byrjar, hevur íðkarin møguleika at tekna seg til estetiskan fimleik. Aftaná venjing í uml. tvær vikur, verður úttøka