Søgan


Fimleikafelagið Støkk varð stovnað 23. novembur í 1966. Stovnararnir vóru Jóhanna og Kaj Aage Troest, og Svava og Johan Kjeld. Kaj Aage og Johan, sum báðir vóru úr Havn, vóru vanir at gera fimleik. Tá teir nýgiftir og nýútbúnir lærarar komu á Skálafjørðin at búgva, ynsktu teir framhaldandi at gera fimleik. Teir avgjørdu síðani at seta fimleikafelag á stovn. Nakað av fimleiki hevði verið á staðnum frammanundan, men fimleikurin var ikki skipaður í nakað felag. 
Síðani 1966 hevur fimleikafelagið Støkk verið virkið allatíðina, og ein av stovnarunum, Jóhanna Troest, hevur verið virkin í felagnum øll hesi árini.

Mynstrið í fimleikinum er broytt nakað síðani Støkk varð stovnað. Tá fimleikurin byrjaði, var aldursmarkið 10 ár fyri at man kundi íðka, og tá var eisini nógv av mannsfimleiki í felagnum. Nú er einki aldursmark - tey yngstu eru nú foreldur við børnum, og tá børnini gerast 4 ára gomul, kunnu tey íðka sjálvi. Harumframt er tað í dag munandi minni av mannsfimleiki í felagnum.

Navnið 
Tá felagið varð stovnað, vóru fleiri uppskot til navn; millum annað vóru fimleikafelagið Fimi, Glyvra fimleikafelag og Støkk, sum gjørdist endaliga navnið. Tað vóru teir báðir Kaj Aage og Johan, sum góvu felagnum navnið.

Støkk er stytsti formur av at støkka
At støkka = at leypa í knappari rørslu ella springa
Bólturin støkkur
Í gleivstøðu - støkk!

Búmerkið og fyrsti búnin
Búmerkið hjá felagnum hevur Johan Kjeld teknað. Tað ímyndar ringarnar, sum verða nýttir í amboðsfimleiki hjá monnum.
Fyrsti búnin hjá felagnum varð sniðgivin av Karolinu Danielsen, dóttir Jonu og Óla Chr. Danielsen, og varð seymaður hjá Dianu Jacobsen. 

Toppurin til flaggstongina
Tá Støkk varð stovnað í 1966, varð ein toppur gjørdur til flaggstongina. Hann hevði Sámal Knudsen gjørt, men tá felagið í 1986 fylti 20 ár, varð ein nýggjur, men sama slag gjørdur. Tað vóru teir báðir ungu dreingirnir, Philip Jacobsen og Árni Borgarlíð, sum høvdu gjørt toppin í jarnsmíð í skúlanum. Teir vóru tá á leið 16 ára gamlir og gingu í 10. flokki. Hesin toppur var føðingardagsgáva til felagið.
Hold i dag