Kom við á FELAGSLIÐIРhjá Støkk!

Hevur tú hug til enn fleiri fimleikaløtur og upplivingar?
 

Allir støkkarar, gentur, dreingir, kvinnur og menn, frá 12 ár og uppeftir, hava nú møguleika at luttaka á felagsliðnum hjá Støkk. Hetta er eitt lið fyri øll tey, ið hava hug til enn fleiri fimleikaløtur og kular upplivingar saman við øðrum fimleikarum.

 

Fyri at gerast partur av felagsliðnum, skalt tú vera 12 ár, og tú skalt luttaka á einum liði í felagnum, vera venjar ella virkin á annan hátt í Støkk. Tú avgert sjálv/ur um tú ert meira til rútmu ella til amboð, men tú skalt vera til reiðar til felags upphitingar, seriur, venjingar og eina rúgvu av felags avbjóðingum og hugna. Góð uppmøting er neyðug.


 Á felagsliðnum:

  • Ferðast tú í Føroyum at gera framsýning sum gestalið hjá øðrum felagi
  • Fert tú á venjingarlegu 
  • Luttekur tú í ymsum fimleikatiltøkum
  • Verður skipað fyri hugnaløtum
  • Fært tú eina kula venjingarblusu 

 

Felagsliðið byrjar at venja í oktobur mánaða. Kostnaður 200 kr. 

 

Hold i dag

Instagram