Steypakappingarnar leygardag
Støkk luttók við 12 íðkarum í steypakappingunum í Bylgjuni leygardagin. Fimleikararnir kláraðu seg sera væl.
Fýra íðkarar frá Støkk kappaðust fyrrapartin í øllum amboðum:
Ein mansunglingi, og hann fekk 1 steyp, 1 gull, 1 silvur og 4 bronsu:
Ein kvinnuunglingi, og hon fekk 3 silvur:
Tvær kvinnur, og tær fingu 1 steyp, 1 gull, 4 silvur, 2 bronsu:
Átta íðkarar frá Støkk kappaðust seinnapartin í fyrru steypakapping fyri yngru bólkarnar. Ein genta á stig 6, tveir dreingir, ein smádrongur og fýra piltar.
Gentan á stig 6 vann 2 steyp og 2 gull heiðursmerki:
Dreingirnir vunnu 1 steyp, 1 gull, 1 bronsu:
Steypakappingarnar halda á fram sunnudagin 13. mars kl. 13.30, og til ber at síggja úrslitini á
www.fimleikur.fo Støkk ynskir øllum íðkarunum hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum og góða eydnu við seinnu steypakapping.