Støkk fær vitjan av Viborg Elitehold


Í døgunum 15. - 23. oktobur vitjar Viborg Idrætshøjskole við sínum elituliði okkara felag. Fimleikararnir eru 40 í tali, og teir fáa allir innivist hjá 18 familjum, ið hava tilknýti til Støkk. Talan er um væl vandar fimleikarar í aldrinum 20 til 30 ár, sum gera fimleik á sera høgum støði inni rútmu og lop.

Undir vitjanini fara donsku elitufimleikararnir eisini at skipa fyri skeiðum og verkstovum fyri bæði venjarum og fimleikarum hjá Støkk. 

Ókeypis framsýning

Fríggjadagin 21. oktobur kl. 17.00 verður ókeypis framsýning í Bylgjuni, har øll eru hjartaliga vælkomin. Spennandi verður at síggja teirra fimleikaligu kynstur við tí serstaka danska fimleikastílinum. Til framsýningina er Viborg Elitehold bulurin og harumframt luttaka nøkur lið úr Støkk. 

Støkk er vertur hjá Viborg Elitehold, og liðið fer eisini at ferðast ymsastaðni í Føroyum bæði fyri at uppliva landið og at geva føroyskum skúlum og feløgum íblástur innan fimleik.

Støkk gleðir seg sera nógv til vitjanina.



Hold i dag

Instagram