Aðalfundur verið í StøkkÍ kvøld var aðalfundur hjá Fimleikafelagnum Støkk í Bylgjuni. Rannvá Troest varð afturvald sum forkvinna, Dagbjørt Sólheim heldur fram sum næstforkvinna, Katrin Thomassen sum peningarøkil, Julian Steingrund sum nevndarlimur og Mia Rodmundardóttir varð vald í nevndina í kvøld, og verður hon skrivari felagsins. Jastrid Weihe stóð fyri vali og ynskti ikki at stilla uppaftur. Nevndin takkar Jastrid fyri hennara arbeiði í nevndini. Samstundis ynskir nevndin Miu Rodmundardóttir
vælkomna í nevndina í Støkk. Eykalimir eru Jóhannes Nielsen og Bodil Hansdóttir Heimustovu.