Aðalfundur verið í Støkk

Í kvøld var aðalfundur hjá Fimleikafelagnum Støkk í Bylgjuni. Rannvá Troest varð afturvald sum forkvinna, Dagbjørt Sólheim heldur fram sum næstforkvinna, Katrin Thomassen sum peningarøkil, Julian Steingrund sum nevndarlimur og Mia Rodmundardóttir varð vald í nevndina í kvøld, og verður hon skrivari felagsins. Jastrid Weihe stóð fyri vali og ynskti ikki at stilla uppaftur. Nevndin takkar Jastrid fyri hennara arbeiði í nevndini. Samstundis ynskir nevndin Miu Rodmundardóttir vælkomna í nevndina í Støkk. Eykalimir eru Jóhannes Nielsen og Bodil Hansdóttir Heimustovu.

Fyri Støkk hevur hetta seinasta fimleikaárið verið eitt sera gott og virkið ár. At felagið blómar sæst á flottu árligu fimleikaframsýningum og á vaksandi limatalinum, sum nú er út við 900 limir. Hetta er hægsta tal á limum nakrantíð hjá Støkk. Góða undirtøkan og ynski at gerast partur av felagnum, er eisini prógv um eitt aktivt felag við nógvum góðum kreftum. Samskiparar, venjarar og fimleikarar eru ágrýtnir, dugnaligir og álítandi. Saman stremba vit áhaldandi eftir at øll skulu læra góðan fimleik á hóskandi støði og samstundis hava tað gott í felagnum. Fyri at hetta skal eydnast, krevst gott arbeiðslag og samskifti millum allar partarnar. Hetta fara vit í nevndini framhaldandi at stremba eftir.



Hold i dag

Instagram