Viðtøkur
Fimleikafelagið Støkk
Navn og endamál
§1.
Navn felagsins er Støkk
Heimstaður felagsins er Runavíkar kommuna. Endamál felagsins er við fimleiki at styrkja likamið, vekja og fremja ans fyri góðari likamsrøkt.
Limaskapur og limagjald
§2.
Øll kunnu gerast limir, virkandi ella hvílandi limir. Nevndin ásetur limagjaldið fyri teir ymsu bólkarnar. Eisini avger nevndin, hvussu limagjaldið verður kravt inn. Nevndin hevur heimild at broyta limagjaldið, tá ið hon heldur, tørvur er á tí.
Eftirstøða av limagjald
§3.
Um limur skyldar felagnum limagjald, skal nevndin biðja viðkomandi gjalda limagjaldið. Um limagjaldið ikki er goldið, verður limaskapurin strikaður og kann hann bert gerast virkin aftur við at rinda limagjald aftur.
Brot á reglugerð
§4.
Limirnir skulu í felagsmálum gera eftir teimum reglum, sum nevndin ásetur. Ganga limir ímóti hesum reglum, skal nevndin nokta teimum atgongd til fimleikin í styttri ella longri tíð, ella kunnu teir verða koyrdir úr felagnum.
Starvsnevnd
§5.
Til at skipa fyri lógum felagsins verður vald ein starvsnevnd. Í nevndina skulu veljast 5 nevndarlimir. Er viðkomandi ikki á fundinum, kann hann veljast, um skrivlig váttan fyriliggur um at tikið verður við vali.
Starvsnevndin skipar seg við: Forkvinnu/manni, næstforkvinnu/manni, skrivara, kassameistara og nevndarlimi. Nevndin kann áseta, hvør nevndarlimur verður ábyrgdari av ávikavist breiddarfimleiki, amboðsfimleiki og estetiskum fimleiki.
Nevndin kann velja kassameistara uttan fyri nevndina.
Nevndarlimir verða valdir hvørt ár soleiðis, at annaðhvørt ár standa 2 limir fyri vali, og annaðhvørt ár standa 3 limir fyri vali. Í øllum førum er afturval loyvt. 2 tiltakslimir verða valdir fyri 1 ár í senn.
Starvsnevndin hevur ábyrgd av allari leiðslu felagsins. Hon hevur rætt til at fáa hjálparnevndir. Avgerðir viðvíkjandi leiðarum, framsýningum og kappingum skulu fyri starvsnevndina til góðkenningar.
Starvsnevndin skal føra gerðabók og til minstu lutir føra bók yvir ognir felagsins, innkrevja allar inntøkur og hevur einsamøll heimild at gjalda allar neyðugar útreiðslur.
Roknskapur og Grannskoðan
§6.
Roknskaparárið er álmanakkaárið. Á aðalfundinum skal veljast óheftur grannskoðari ella roknskaparkønur, at veita nevndini hjálp til uppsetan av ársroknskapi. Hann verður valdur fyri eitt ár í senn.
Peningamál og heimildir
§7.
Starvsnevndin hevur øll peningamál um hendi. Allar avtalur, so sum stuðuls- og lýsingaravtalur við einstaklingar, virkir og feløg, skulu góðkennast av starvsnevndini.
Øll peningainnsavnan skal vera í navninum hjá Støkk, setast á konto hjá Støkk og er ogn felagsins.
Nevndin er ikki viðtøkufør uttan at meira enn helvtin av nevndarlimunum eru á fundi. Felagið verður bundið av formanni og einum nevndarlimi, ella 2 nevndarlimum.
Til veðsetan ella sølu av fastari ogn krevst tó aðalfundarsamtykt.
Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum, til eina og hvørja tíð, verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, tó undantikið óreglusemi.
Aðalfundur
§8.
Aðalfundurin verður hildin í apríl mánaði, og hevur hann hægsta avgerðarrætt í øllum málum felagsins. Ársaðalfundurin skal vera fráboðaður í minsta lagi 8 dagar frammanundan á heimasíðu felagsins.
Vanligt atkvøðutal er nóg mikið til at avgera øll mál, uttan tey í §11 nevndu. Lógirnar kunnu tó ikki broytast uttan so, at 2/3 av atkvøðunum eru fyri broytingini.
Tá lógliga er boðað til aðalfundar, er hann avgerðarførur. Undantikin eru tey mál, ið eru tilskilað í §11. Eingin limur kann geva atkvøðu uttan at vera til staðar við atkvøðugreiðsluna. Atkvøðurætt hava limir, sum hava fylt 15 ár og verið limir annan mánaðin, ið gingin er frammanundan aðalfundinum.
Dagsskrá fyri aðalfundin:
1. Val av fundarstjóra
2. Formaðurin greiðir frá virksemi felagsins í farna ári
3. Ársroknskapur verður lagdur fram til samtyktar
4. Val av nevndarlimum og tiltakslimum
5. Val av grannskoðara ella roknskaparkønum, at veita nevndini hjálp í sambandi við uppsetan av ársroknskapi
6. Innkomin mál (skulu verða nevndini í hendi 4 dagar áðrenn aðalfundin)
7. Ymiskt
Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum, er atkvøða nevndarformansins avgerandi. Fundarstjórin undirskrivar aðalfundarfrásøgnina.
Eykaaðalfundur
§9.
Eykaaðalfundur kann boðast til, tá nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá í minsta lagi 16 av teimum limum, ið hava atkvøðurætt, krevja tað. Eitt slíkt krav skal vera grundað og skal sendast starvsnevndini skrivliga.
Limaskapur í øðrum feløgum
§10.
Um so er, at felagið er limur í einum ítróttarsambandi, eru limirnir skyldugir at geva seg undir ta lóg og tær ásetingar, sambandið samtykkir fyri limir sínar. Felagið kann ikki gerast limur av slíkum sambandi, uttan at aðalfundurin hevur játtað.
Ymiskt
§11.
Samtyktir um at avtaka felagið ella broyta navn tess, kunnu bert gerast á aðalfundi, ið verður samkallaður við hesum endamáli og bert tá 3/4 av atkvøðunum eru fyri tí, eins og 1/2 av atkvøðuføru limunum eru á fundi.
Um ikki nóg nógvir limir eru á fundi, verður boðað til nýggjan aðalfund, ið so kann avgera hetta mál við vanligum fleirtali, óansæð hvussu nógvir limir eru á fundi.
Á sama hátt skal avgerast, hvussu skal verða atborið við sølu av ognum felagsins o.ø., ið vil gerast neyðugt við slíkari samtykt, tó er í hesum máli vanligt atkvøðufleirtal avgerðarført.
Við avtøku av felagnum og sølu av ognum tess, skal møguligt peningaavlop fara til ítróttarfelag á staðnum.
Samtykt á aðalfundi hin 14. apríl 2023