Venjingarlega í Íslandi

Í døgunum 11. – 18. oktobur var kappingarliðið í amboðsfimleiki hjá Støkk á venjingarlegu í Kópavogi í Íslandi. Legan var ein samanseting av vanligari venjing og venjaraskeiði. Fimleikararnir vandu bæði morgun og kvøld. Venjingarnar um morgunin vóru saman við sera dugnaligum venjarum hjá íslendska fimleikafelagnum Gerpla, sum er eitt tað størsta og mest vinnandi felagið í Íslandi.

Fyri at uppliva eitt sindur av Íslandi, var farið ein busstúr at hyggja at Gullfossi, Geysir og Tingvøllum.
Venjarar og fimleikarar meta, at tey hava fingið væl burturúr túrinum og eru komin heim við nýggjum og øðrvísi íblástri til venjing og amboðsfimleik sum heild.



Hold i dag

Instagram