Takk fyri stuðulin

Fimleikafelagið Støkk ynskir at takka fimleikarum, venjarum, samskiparum, foreldrum og hjálparfólki fyri eitt sera gott fimleikaár.

Við 6 góðum fimleikaframsýningum endaði hetta fimleikaárið fyri breiddarfimleikin, og vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur komandi fimleikaár. Í ár kom limatalið upp á heili 1100 íðkarar, sum er metstórt, og tað fegnast vit um.

Somuleiðis ynskja vit at takka okkara stuðlum fyri gott samstarv:
Høvuðsstuðul: Bakkafrost
Undirstuðlar: Navigare og Holm Bygging
Klædnastuðul: Intersport
Aðrir stuðlar: Knotan, Kiosk Vár, Mekanik, Kreton, Dekk Service, Stoyp, Leitisstein, Miðberg Bakarí, Nes kommuna, RTS og Runavíkar kommuna.

Vinarliga
Nevndin í Støkk


Hold i dag

Instagram