Takk fyri stuðulin
Fimleikafelagið Støkk ynskir at takka fimleikarum, venjarum, samskiparum, foreldrum og hjálparfólki annars fyri eitt sera gott fimleikaár.
Við 5 góðum fimleikaframsýningum endaði hetta fimleikaaárið fyri breiddarfimleikin, og vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur komandi fimleikaár. Í ár kom limatalið upp á heili 940 íðkarar, sum er metstórt og tað fegnast vit um.
Somuleiðis ynskja vit at takka okkara stuðlum fyri gott samstarv:
Undirstuðlar: Navigare og Holm Bygging
Klædnastuðul: Intersport
Aðrir stuðlar:
Miðberg bakarí,
Kiosk Vár, Stoyp, Mekanik, Zacharis Leitisstein, Kreton, Nes kommunu, Knotuni og Runavíkar kommunu.
Vinarliga
Nevndin í Støkk