Støkkarar luttaka í Iceland Classic

Í morgun fóru amboðsfimleikarar hjá Støkk til Íslands at luttaka í kappingini, Iceland Classic, sum verður hildin í Kópavági 1.-3. mars 2024. Støkk luttekur við 8 amboðsfimleikarum í kappingini. Í hópinum eru: Hjørdis Petursdóttir, Bjarki í Jákupsstovu, Ednar á Sondum, Ási Yan Arnoldson, Ari Poulsen, Jónas Á. Olsen, Liam Sjúrðarson og Teitur R. Lamhauge. Venjarar eru Durita Knudsen Poulsen og Rúni Lamhauge. Samskipari á túrinum er Hansa Høj.

Umframt at luttaka í Iceland Classic, fara okkara amboðsfimleikarar at venja nakrar dagar í høllini hjá íslendska fimleikafelagnum Gerpla, har umstøðurnar eru sera góðar.

Støkk ynskir øllum í ferðalagnum góða eydnu við kappingini.

Hold i dag

Instagram