Støkkarar luttaka í DM í amboðsfimleiki
Í gjár fóru tríggir av okkara bestu amboðsfimleikarum til Danmarkar at kappast í Danska Meistaraheitinum í amboðsfimleiki. Fimleikararnir eru Ari Poulsen, Ednar á Sondum og Ási Yan Arnoldson, sum allir fara at kappast sum mannsunglingar undir danska fimleikafelagnum Greve IG.
Kappingarnar verða hildnar 2. og 3. mai í Keypmannahavn.
Vit ynskja teimum trimum bestu eydnu.
