Støkk vann 6 heiðrar á fimleikagalla
Ársins Fimleikagalla var í gjár og Støkk vann heili 6 heiðrar av 10 møguligum:
Hesi vunnu hjá Støkk:
Ársins venjari á mannfólkasíðuni í amboð vann Rúni Lamhauge
Ársins stjørnuskot í amboð vann Aleksandra Fríðudóttir
Ársins drakt í estetiskum fimleiki vunnu Smágentur Luna
Ársins seria í estetiskum fimleiki vunnu Gentur Svalan
Ársins lið í estetiskum fimleiki vunnu Kvinnuunglingar Rósan
Ársins heiður vann Felagsliðið hjá Støkk
Hetta er heilt fantastiska flott og so sera væl uppiborið. Hjartaliga til lukku øll somul og stóra tøkk fyri hetta megnar avrikið.





