Í gjárkvøldið savnaði Støkk allar sínar venjarar og samskiparar til at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi fimleikaár.

Lagið var gott á teimum útvið 100 fólkunum, sum eru sera spent og gleða seg at taka ímóti fimleikarunum, ið koma til fimleik hjá Støkk í vetur.

Fjølbroytta yvirlitið yvir venjingartíðirnar hjá Støkk verður klárt í komandi viku. Skipað verður eisini fyri einum tilmeldingardegi leygardagin 4. septembur. Lýst verður nærri við hesum.



 

 

 

 

Hold i dag