Støkk luttekur í Easter Cup
Fimm lið estetisk lið hjá Støkk luttóku í kappingini Easter Cup, sum varð hildin í Greve hin 3. og 4. apríl.
Luttakandi liðini vóru Smágentur Vióla og Vípan, Gentur Lilja og Svalan, og Kvinnur Rósan.
Øll liðini hjá Støkk høvdu sera flottar framførslur á gólvinum. Túrurin var sera góður og kappingin bæði spennandi og lærurík.