Støkk hátíðarheldur 60 ára føðingardagin í novembur

Mánadagin 23. novembur fyllir Støkk 60 ár, og tað verður hátíðarhildið í stórum stíli við hópin av tiltøkum í novembur mánað.
 
Tiltøkini eru hesi:

  • Framførslan “Stig fyri stig við Støkk í seksti ár” verður 14.–15. novembur kl. 15 og 18. Framførsla verður í Løkshøll við fimleikarum í aldrinum 3. fl. og eldri.
    Atgongumerki á 100 kr. verða seld á www.loksholl.fo
  • Barnaveitsla fyri 1.-3. fl. verður 20. novembur kl. 16–18 í fimleikahøllini í Glyvra skúla. Atgongumerki á 50 kr. verða seld á HER
  • Ungdómsveitsla fyri 4.-9. fl. verður 20. novembur kl. 19 – 21 í fimleikahøllini í Glyvra skúla. Atgongumerki á 50 kr. verða seld á HER
  • 60 ára veitsla verður 21. novembur kl. 19.00 í Skótahúsinum við Løkin. 3-rættað matskrá verður at fáa og Four Men spæla til dans. Atgongumerki á 550 kr. verða seld á HER
  • Móttøka og bókaútgáva verður á 60 ára degnum, hin 23. novembur kl. 17 í Bylgjuni. Ókeypis tiltak
  • Framførslan “Jólashow” verður 6. desembur kl. 13 og 16 í Bylgjuni við børnum undir skúlaaldur og upp til 2. fl. Atgongumerki á 50 kr. verða seld á HER

Vit gleða okkum sera nógv at hátíðarhalda 60 ára føðingardagin saman við tykkum øllum í novembur.

Hold i dag

Instagram