Góð úrslit til seinnu steypakapping
Seinna steypakapping í estetiskum fimleiki var í Bylgjuni í Runavík í dag. Gentur Svalan og Kvinnuunglingar Rósan vunnu gull og eru steypavinnarar 2023. Pinkur Nava og Smágentur Luna vunnu bronsu, Smágentur Urða gjørdist nr. 4 og Pinkur Liva nr. 5. Eisini luttóku Pinkur Prima sum gestalið í kappingini.
Hjartaliga til lukku allar samlar.

