Støkk fyrireikar komandi fimleikaár
Í gjárskvøldið savnaði Støkk allar sínar venjarar og samskiparar til at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi fimleikaár.
Vit eru sera spent og gleða okkum at taka ímóti fimleikarunum, ið koma til fimleik hjá Støkk.
Fjølbroytta yvirlitið yvir venjingartíðirnar hjá Støkk verður klárt í komandi viku. Skipað verður fyri Støkkdegi leygardagin 2. septembur.
Lýst verður nærri við Støkkdegnum seinni.
