Støkk er Føroyameistari hjá Gentum og Kvinnum

FM í estetiskum fimleiki hevur verið hetta vikuskiftið í Høllini á Hálsi. Støkk vann tvey FM-heiti, og harafturat vunnu fleiri lið heiðursmerki.
Støkk hevði heili átta lið við, sum er flest av øllum feløgum.
Okkara úrslit í FM-kappingini vóru hesi:
Pinkur Flora nr. 4😊
Pinkur Fípa nr. 5😊
Smágentur Vióla nr. 2 og silvurvinnarar🥈
Smágentur Vípan nr. 3 og bronsuvinnarar🥉
Gentur Lilja nr. 1 og FM-vinnarar🥇🏆
Gentur Svalan nr. 4😊
Kvinnuunglingar Aiva nr. 2 og silvurvinnarar🥈
Kvinnur Rósan nr. 1 og FM-vinnarar🥇🏆
Vit eru sera errin av okkara røsku íðkarum og venjarum, og ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við flottu framførslunum og úrslitunum.


Hold i dag

Instagram