Støkk byrjar aftur
Breiddarfimleikurin hjá Støkk byrjar aftur mánadagin 4. septembur.
Leygardagin 2. septembur frá kl. 13-16 verður Støkkdagur í Bylgjuni.
Her ber til at fáa hjálp til tilmelding, um tørvur er á tí.
Á skránni verður barnaundirhald við Angelu og Hannebal, børn kunnu royna ein amboðsbana, nýggja Støkkdraktin kann bíleggjast við avsláttri og kaffi & køka verður at fáa.
Vit síggjast 2. septembur.
![](https://stokk.klubmodul.fo/cms/Clubstokk/ClubImages/Skærmbillede%202023-08-29%20kl.%2021.49.02.png)