Støkk luttók í Fimleikafagnaðinum
Í vikuskiftinum luttók Støkk í Fimleikafagnaðinum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum.
Evnið, sum Støkk valdi at lýsa hesa ferð, var "Sonja og norðlýsið". Okkara fimleikarar megnaðu enn einaferð at bergtaka áskoðaran við sera flottum fimleiki, ljóði og ljósi.
Hetta var átjandu ferð at Fimleikafagnaðurin varð hildin, og harav hevur Støkk megnað at vunnið fagnaðin átta ferðir. Hesa ferð fór Ljósið avstað við sigrinun. Hjartaliga til lukku til tykkum í Ljósinum við fyrsta plássinum og takk til Fimleikasambandið fyri eitt væl skipað tiltak. Vit gleða okkum longu til næstu ferð.
Vit vilja takka øllum fimleikarum, venjarum, seymikonum og hjálparfólki fyri eitt fantastiskt arbeiði - tit eru veruliga serstøk.

