HM í estetiskum fimleiki er í Estlandi í hesum døgum og fimleikaliðið Rósan úr Støkk luttók fyri fyrstu ferð í kappingini short program. Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið luttekur í hesi kapping.
Tær kappaðust innleiðandi í gjár og komu víðari til finaluna í dag. Endaliga úrslitið gjørdist eitt 7. pláss av 13 liðum. Tær hava lært nógv á túrinum og eru nøgdar við úrslitið, nú tær hava kappast móti teimum bestu í heiminum innan short program.
Nú eru tær spentar at venja torleikarnar í seriuni enn meira fram til næstu kapping.