Rósan til Finland og Danmark
Í morgun er kvinnuunglingaliðið Rósan farið til Finnlands á venjingarlegu, har tær skulu venja saman við venjarum og fimleikarum úr felagnum Minetit í Tampere.
Mikudagin gongur leiðin so til Eastercup kappingina, sum verður í Greve í Danmark.
Vit ynskja Rósuni bestu eydnu við venjingarleguni og kappingini.

