Um vikuskiftið luttekur Sólja við Stein, ein av okkara amboðsfimleikarum, í Northern European Championship, NEC, í Cardiff í Wales. Sólja er 16 ára gomul, og hon hevur vant fimleik í Støkk, síðan hon var heilt lítil og í fleiri ár umboðað Støkk í kappingum í Føroyum.

Hetta er fyrstu ferð at Sólja fer av landinum at kappast sum partur av føroyska landsliðnum í amboðsfimleiki. Northern European Championship, NEC, varð hildið í Føroyum í 2017, og tað eru nú 20 ár síðan kappingin varð fyriskipað á fyrsta sinni í 2001 í Finnlandi. Til ber at lesa meira um kappinga HER.

Støkk ynskir Sólju og øllum hinum fimleikarunum á landsliðnum góða eydnu við kappingini.



 

 

Hold i dag