Nýtt lið fyri menningartarnaði
Eftir heystfrítíðina byrjar eitt nýtt lið í Støkk fyri fólk við menningartarni. Liðið er fyri menningartarnaði í øllum aldri, og endamálið er fimleikur, dansur og hugni.
Tey, ið hava tørv á fylgjara, mugu hava fylgjara við. Liðið venur týsdag kl. 17.15 til 18.15 í Glyvra skúla, og venjarar vera Diana Davidsen, Vanja J. Kovacs o.fl.
Onkran leygar- ella sunnudag verður vant í Bylgjuni. Fyrsta venjing verður týsdagin 22. oktober í Glyvra skúla.
Kostnaðurin er 600 kr og meldast kann til liðið her: https://stokk.klubmodul.fo/.../ProfileMaintainEnrollment...