Nógv lív í Felagsliðnum hjá Støkk
Seinasta leygardag hevði Felagsliðið hjá Støkk sína fyrstu venjing í nýggja árinum.
Tað gongur framúr væl hjá nýggja liðnum, og teir umleið 55 fimleikararnir stór trívast. Venjingarnar, ið eru 3 tímar triðjahvønn leygardag, innibera fyrst og fremst fimleik og rørslu, men so avgjørt eisini hugna og spæl. Felagsliðið venur dúgliga til sína fyrstu framførslu, sum verður í mars mánaða, tá árligur framsýningarnar hjá Støkk eru á skránni.
Nú ber eisini til at fylgja Felagsliðnum hjá Støkk á Instagram.
