SEINASTA FREIST AT MELDA TIL ITALIATÚRIN ER 8. DESEMBUR
Kom við Støkk á fimleikafestivalin, Festival del Sole, í Riccione í Italia frá 4. juli til 11. juli 2026.
Allir limir, sum eru føddir í 2013 ella áðrenn, kunnu luttaka.
Framførslan hjá Støkk verður samansett soleiðis, at allir fimleikarar, óansæð støði, kunnu vera við.
I gjár varð ein kunningurfundur hildin í Bylgjuni um ferðina til Italia. Hóast tú ikki vart á hesum fundi, ert tú sum limur í Støkk, vælkomin at melda til fimleikaferðina. Støkk hevur luttikið á Festival del Sole tvær ferðir, og báðir túrarnir hava verið ein ógloymandi uppliving fyri fimleikararnar.
Meira kunning um kostnað og tilmelding: HER
Sí video frá seinasta, Støkk luttók á Festival del Sole: Kanska tit síggja onkrar Støkkarar.


