Liðkapping í amboðsfimleiki

Árliga liðkappingin í amboðsfimleiki varð hildin í Fimi í Havn í dag.

Kappast varð í øllum amboðum hjá bæði dreingjum og gentum. Frá Støkk luttóku hesi lið: U11 Gentur, U14 Gentur, Mansunglingar, Dreingir, Smádreingir og Piltar.

Liðini hjá Støkk megnaðu at vinna íalt seks heiðursmerki, tvey gull, eitt silvur og trý bronsu.

Nærri útgreinan av úrslitunum sæst á heimasíðuni hjá Føroya Fimleikasambandi www.fimleikur.fo

Støkk ynskir liðunum hjartaliga tillukku við úrslitunum.

'

Hold i dag

Instagram