Liðini venja aftur

Frá mánadegnum 22. novembur venja flestu liðini hjá Støkk aftur. Summi lið hava tó broytta venjingartíð hesa vikuna og okkurt lið venur ikki. Tey liðini fáa boð frá venjaranum.

Hesa vikuna verða fylgjandi krøv galdandi fyri okkara fimleikarar:
  • Øll frá 15 ár og eldri skulu hava koronapass. Tvs. lidna koppseting, koronakanning ikki eldri enn 72 tímar ella PCR test, sum váttar fyrrverandi smittu seinasta árið. Vit góðtaka eisini um fimleikararnir eru kannaðir við kviktest.
  • Vit krevja ikki koronapass av fimleikarum yngri enn 15 ár, men vilja heita á foreldur um at lata barnið kanna, áðrenn tað kemur til fimleik, um nakað ivamál er um smittu.
  • Um onkur fimleikari ikki fær møtt til venjing, verður tað ikki skrásett sum frávera. - Atgongd er bert fyri íðkarum í Bylgjuni. Foreldur og onnur mugu tískil bíða uttanfyri, tá børnini koma og verða heintað.
  • Vit heita eisini á foreldur, sum koyra børn til venjing í Glyvra skúla, um at halda frástøðu, og so vítt møguligt heldur bíða uttanfyri eftir børnunum.
Umframt omanfyrinevnda, eru almennu tilmælini galdandi, les meira á korona.fo.
 
Nevndin í Støkk
Hold i dag