Kom við Støkk til Italia á fimleikafestival

Komandi summar fer Støkk aftur til Italia at luttaka í Festival del Sole í Riccione. Fimleikaferðin verður frá 4. juli til 11. juli 2026.

Kunnandi fundur fyri fimleikarar og avvarðandi um fimleikafestivalin verður mánakvøldið 17. novembur kl. 21.00 í Bylgjuni. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Framførslurnar verða samansettar soleiðis, at allir fimleikarar, óansæð støði, kunnu luttaka og vera við í framførsluni hjá Støkk.

Aldursmark: Allir limir, sum eru føddir í 2013 ella áðrenn, kunnu luttaka.

Sí video frá seinast, Støkk luttók á Festival del Sole: Kanska tit síggja onkrar Støkkarar.





Hold i dag

Instagram