KOM VIÐ Á FELAGSLIÐIÐ HJÁ STØKK

FYRSTA VENJING ER 22. OKTOBUR

Elskar tú fimleik og ynskir tú fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar? So er felagsliðið júst nakað til tín.
Endamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum.

Einasta krav er, at tú longu ert íðkari í Støkk og ert millum 12 og 100 ár (fødd/ur í 2011 ella áðrenn).Gjaldið er 200 kr. og fyrsta venjing er 22. oktobur.

Sí allar venjingar á myndini niðanfyri. Melda til her á heimasíðuni longu í dag. Seinasta freist at melda til er 20. oktobur.
Hevur tú nakran spurning viðvíkjandi felagsliðnum, ert tú vælkomin at senda eini boð á messenger hjá Støkk.

Hold i dag

Instagram