Kom við Støkk til Italia á fimleikafestival

Støkk fer aftur til fimleikafestival í Italia komandi summar.

Vit høvdu eina fantastiska fimleikaferð í summar, og nú fara vit enn einaferð at taka lut í Festival del Sole í Riccione í Italia, sum
verður frá 30. juni til 6. juli 2024.

Framførslurnar verða samansettar soleiðis, at allir fimleikarar, óansæð støði, kunnu luttaka og vera við í framførsluni hjá Støkk.

Aldursmark: Allir limir, sum eru føddir í 2011 ella áðrenn, kunnu luttaka.

Meira kunning um kostnað og tilmelding: HER

Sí video frá seinasta fimleikafestivalinum, sum varð hildin í juli í ár. Kanska tit síggja onkrar Støkkarar.


Hold i dag

Instagram