Kom við Støkk til Italia á fimleikafestival
Komandi summar fer Støkk aftur til Italia at luttaka í Festival del Sole í Riccione. Fimleikaferðin verður frá 4. juli til 11. juli 2026.
Kunnandi fundur fyri fimleikarar og avvarðandi um fimleikafestivalin verður mánakvøldið 17. novembur kl. 21.00 í Bylgjuni. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Framførslurnar verða samansettar soleiðis, at allir fimleikarar, óansæð støði, kunnu luttaka og vera við í framførsluni hjá Støkk.
Aldursmark: Allir limir, sum eru føddir í 2013 ella áðrenn, kunnu luttaka.
Sí video frá seinast, Støkk luttók á Festival del Sole: Kanska tit síggja onkrar Støkkarar.
