Kom við á Felagsliðið hjá Støkk
Fyrsta venjing er 20. oktobur!
Elskar tú fimleik, og ynskir tú fleiri fimleikaløtur, venjingar og upplivingar? So er felagsliðið júst nakað til tín. Endamálið við felagsliðnum er at økja um samanhaldið, trivnaðin og felagskensluna í felagnum.
Einasta krav er, at tú longu ert íðkari, venjari ella virkin á annan hátt í Støkk og ert millum 12 og 100 ár (fødd/ur í 2014 ella áðrenn). Gjaldið er 200 kr. og fyrsta venjing er 20. oktobur. Sí venjingar á myndini niðanfyri.
Melda til felagsliðið HER: Seinasta freist at melda er 12. oktobur.
Hevur tú nakran spurning viðvíkjandi felagsliðnum, ert tú vælkomin at senda eini boð á messenger hjá Støkk.
