Innanhýsis skeið fyri amboðsvenjarum
Í dag skipaði Støkk fyri innanhýsis skeiði fyri amboðsvenjarum.
Okkara royndu amboðsvenjarar undirvístu á skeiðnum, sum bæði var ástøðiligt og praktiskt.
Venjararnir fingu harumframt frálæru í nýggju reglugerðunum í amboðsfimleiki fyri kvinnur og menn.
Á skeiðnum luttóku umleið 30 sera áhugaðir og ágrýtnir venjarar. Skeiðið endaði við eini hugnaløtu og einum góðum bita.
Samanumtikið eitt sera væleydnað læruríkt skeið.
