Hjørdis og Bjarki luttóku í NM í Oslo

Fyrsta vikuskiftið í apríl mánaða luttóku tveir av okkara bestu amboðsfimleikarum, saman við 12 øðrum fimleikarum úr Føroyum, í Norðurlanda Meistaraheitinum, NM, í amboðsfimleiki, sum varð hildið í Oslo í Noreg.

Úr Støkk luttóku Hjørdis Petursdóttir á kvinnusíðuni, har hon kappaðist á bita og á gólvi, og Bjarki í Jákupsstovu á mannfólkasíðuni, sum kappaðist í øllum amboðunum

Tey kappaðust ímóti fimleikarum úr Noreg, Danmark, Finnlandi, Íslandi og Svøríki, sum vanliga kappast í altjóða høpi.

Túrurin var sera góður, og tey bæði hava fingið nógvan fimleikaligan íblástur og lærdóm.



Hold i dag

Instagram