Góðkenningardagur í amboðsfimleiki
Í dag var góðkenningardagur í amboðsfimleiki fyri gentur og dreingir í Fimi í Havn.
Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Støkk luttók við 6 gentum og megnaðu 2 av teimum at flyta eitt stig upp. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi.
Vit í Støkk ynskja øllum hjartaliga til lukku við úrslitinum.
