Í gjár komu Bjarki, Ari og Rúni heim úr Álandi

har teir hava luttikið í Inter Island Games. Bjarki og Ari sum fimleikarar, og Rúni sum landsliðsvenjari hjá monnum. Bjarki vann bronsu í lop og gull í liðkappingini hjá monnum


Ari, sum var við sum eykamaður, hevur fingið góða venjing og nógvan nýggjan íblástur á ferðini.
Sum heild gekk sera væl hjá føroysku amboðsfimleikarunum, sum vunnu samanlagt 40 heiðursmerki, 21 gull, 9 silvur og 10 bronsu, ið er besta úrslit
nakrantíð í føroyskum amboðsfimleiki.
Støkk ynskir øllum fimleikarunum hjartaliga tillukku.



