Góð úrslit til steypakappingarnar

Støkk luttók við 37 íðkarum í steypakappingunum, sum vórðu hildnar í Bylgjuni í vikuskiftinum. Fimleikararnir kláraðu seg sera væl.

Á dreingjasíðuni luttóku vit við piltum, smádreingjum, dreingjum, mansunglingum og monnum við íalt 20 íðkarum. Hesir vunnu: 
Piltar: Tvey silvur og tvær bronsu🥈🥈🥉🥉
Smádreingir: Akkurát ov stuttir til heiðursmerki hesa ferð🙂
Dreingir: Seks steyp og gull, 5 silvur og tríggjar bronsu🏆🥇🥇🥇🥇🥇🥇🥈🥈🥈🥈🥈🥉🥉🥉
Mansunglingar: fimm steyp og gull, trý silvur og tvær bronsu🏆🥇🥇🥇🥇🥇🥈🥈🥈🥉🥉
Menn: Tvey steyp og gull, eina silvur og tríggjar bronsu🏆🥇🥇🥈🥉🥉🥉

Á kvinnusíðuni luttóku vit á stig 4, 5 og kvinnum við íalt 17 íðkarum. Hesar vunnu:
Genturnar á stig 4: Trý steyp og gull og tríggjar bronsu🏆🥇🥇🥇🥉🥉🥉
Gentur stig 5: Tvey steyp og gull, tvey silvur og eina bronsu🏆🥇🥇🥈🥈🥉
Kvinnurnar: Eina bronsu🥉

Úrslitið hesaferð gjørdist tí samanlagt:
18 steyp og gullheiðursmerki🥇
13 silvurheiðursmerki🥈
14 bronsuheiðursmerki🥉

Til ber at síggja úrslitini á www.fimleikur.fo
Støkk takkar øllum íðkarunum fyri kappingina og ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum.

Hold i dag

Instagram