Góð venjingarlega hjá Felagsliðnum

Í vikuskiftinum var Felagsliðið hjá Støkk á venjingarlegu í Skúlanum við Streymin. Hetta er triðju ferð vit hava verið á venjingarlegu í Sundalagnum, og legan gekk aftur hesa ferð sera væl. Teir 70 fimleikararnir, sum mannað Felagsliðið, terpaðu seriur, vandu lop og tóku alt programmið ígjøgnum. Eisini var tíð til stuttleika og hugna.

Nú gleða vit okkum til framsýningarnar, sum verða síðst í mars.







Hold i dag

Instagram