Góðkenningardagur og kappingarfyrireiking

Í dag var góðkenningardagur og kappingarfyrireiking í amboðsfimleiki fyri gentur og dreingir í Bylgjuni í Runavík.

Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Hjá Støkk megnaðu 8 gentur at flyta eitt stig upp. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi. 6 dreingir frá Støkk luttóku í dag, og tað gekk sera væl. Fyri dreingirnar snúði hesin dagurin seg um fyrireiking til kapping. Dreingirnir skulu vera 9 ár fyri at sleppa til kapping.

Úrslitini kunnu síggjast inni á www.fimleikur.fo
 
Vit í Støkk ynskja øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.


Hold i dag

Instagram