Góður dagur hjá Støkkarum

Leygardagin 21. januar var góðkenningar og fyrireikingardagur í amboðsfimleiki hildin fyri gentum og dreingjum í Bylgjuni.

Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Hjá Støkk megnaðu 7 út av 18 gentum at flyta eitt stig upp til komandi góðkenningardag, sum verður hildin í februar. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi.

16 dreingir frá Støkk luttóku í dag, og fyri dreingirnar snúði hesin dagurin seg um fyrireiking til kapping. Dreingirnir skulu vera 9 ár fyri at sleppa til kapping.

Úrslitini kunnu síggjast inni á fimleikur.fo

Vit í Støkk ynskja øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.


 










www.fimleikur.fo

Hold i dag

Instagram