Góðkenningardagur og kappingarfyrireiking í amboðsfimleiki
Leygardagin 16. novembur var góðkenningardagur og kappingarfyrireiking í amboðsfimleiki fyri gentur og dreingir í Bylgjuni í Runavík
Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Hjá Støkk megnaðu 8 gentur at flyta eitt stig upp. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi. 3 dreingir frá Støkk luttóku í dag, og tað gekk væl. Fyri dreingirnar snúði hesin dagurin seg um fyrireiking til kapping. Dreingirnir skulu vera 9 ár fyri at sleppa til kapping.
Vit í Støkk ynskja øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.