Góðkenningardagur og kappingarfyrireiking
Leygardagin 25. februar var góðkenningardagur og kappingarfyrireiking í amboðsfimleiki fyri gentum og dreingjum í Fimi í Tórshavn.
Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Hjá Støkk megnaðu 4 gentur at flyta eitt stig upp. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi.
4 dreingir frá Støkk luttóku í dag, og tað gekk sera væl. Fyri dreingirnar snúði hesin dagurin seg um fyrireiking til kapping. Dreingirnir skulu vera 9 ár fyri at sleppa til kapping.
Úrslitini kunnu síggjast inni á
fimleikur.foVit í Støkk ynskja øllum hjartaliga tillukku við úrslitinum.

'

