Góðkenningardagur í amboðsfimleiki

Leygardagin 8. februar var góðkenningardagur í amboðsfimleiki fyri gentur og dreingir í Fimi í Havn.

Góðkent varð í øllum fýra amboðunum hjá gentum. Hjá Støkk megnaðu 11 gentur at flyta eitt stig upp. Hinar genturnar halda áfram at venja eftir sama stigi. 3 dreingir frá Støkk luttóku í dag, og tað gekk væl. Fyri dreingirnar snúði hesin dagurin seg um fyrireiking til kapping. Dreingirnir skulu vera 9 ár fyri at sleppa til kapping.

Úrslitini kunnu síggjast inni á www.fimleikur.fo

Vit í Støkk ynskja øllum hjartaliga til lukku við úrslitinum.





Hold i dag

Instagram