Góð úrslit til steypakappingarnar
Støkk luttók við 23 íðkarum í steypakappingunum, sum vórðu hildnar í Bylgjuni í vikuskiftinum. Fimleikararnir kláraðu seg sera væl.
Hjá teimum eldru varð bæði fyrra og seinna steypakapping hildin fyrrapartin leygardag. Tríggir íðkarar frá Støkk kappaðust: Ein kvinnuunglingi, ein kvinna og ein maður.
Kvinnuunglingin vann 3 bronsu 


Kvinnan vann 1 steyp, 1 gull, 2 bronsu 



Maðurin vann 1 bronsu 
Hjá teimum yngru varð fyrra steypakapping hildin seinnapart leygardag og seinna steypakapping fyrrapart sunnudag. Tjúgu íðkarar úr Støkk luttóku. Sjey gentur á stig 4, sjey piltar, fýra smádreingir og tveir dreingir.
Genturnar á stig 4 vunnu 2 steyp, 2 gull, 1 bronsu



Piltarnir vunnu 1 bronsu
Smádreingirnir vunnu 6 steyp, 6 gull, 3 silvur, 5 bronsu



















Dreingirnir vunnu 3 steyp, 3 gull, 1 silvur, 3 bronsu 









Til ber at síggja úrslitini á www.fimleikur.fo
Støkk takkar øllum íðkarunum fyri kappingina og ynskir øllum hjartaliga tillukku við heiðursmerkjunum.



