Góð úrslit í DM
Luttøkan hjá mannsunglingunum úr Støkk, sum hava luttikið í DM í amboðsfimleiki hetta vikuskiftið, gekk sera væl.
Støkkararnir Ari Poulsen, Ednar á Sondum og Ási Yan Arnoldson luttóku fyri Fimleikafelagið Greve IG, har teir hava verið ein stórur styrkur hjá felagnum.
Allir tríggir fingu eitt flott 4. pláss í hvør sínum amboði.
Eisini luttóku teir í liðkappingini, har teir saman við fimleikarum úr Greve IG, megnaðu at vinna silvur

fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Her ber til at staðfesta, at okkara støkkarar hava hjálpt væl til við góða úrslitinum.
Støkk ynskir øllum hjartaliga tillukku, og vit gleða okkum til ferðalagið kemur aftur til Føroya í morgin.
