Í gjárkvøldið savnaði Støkk allar sínar venjarar og samskiparar til at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til komandi fimleikaár.
Vit eru sera spent og gleða okkum at taka ímóti fimleikarunum, sum koma til fimleik hjá Støkk.
Fjølbroytta yvirlitið yvir venjingartíðirnar hjá Støkk verður klárt í komandi viku. Skipað verður fyri Støkkdegi leygardagin 30. august. Nærri kunning kemur seinni.
Vit gleða okkum til fimleikaárið 2025/26.
